Fyrireikingarnar ganga væl til stóra tiltakið í Vestmanna næsta vikuskiftið. Leygardagin stevnur stórur bátafloti undan Fútakletti undir vágalandinum og inn á Vestmanna, har tey borðreiða við suppu og øðrum góðum í tjaldinum.
Tann stóra løtan er, tá stóri flotin stevnir inn eftir vágni og leggur til bryggju. Í ár eins og undanfarin ár fara bátarnir at savnast undir Fútakletti, og klokkan 14.30 verður farið at sigla.
Klokkan 15 stevna bátarnir inn á Vestmanna og leggja til bryggju, og tá teir eru komnir trygt í havn, verður borðreitt við suppu og øðrum góðum í tjaldinum.
Fyri at gera umstøðurnar hjá bátum og bátafólki enn betri enn áður, hava vestmenningar í ár útvegað sær nýggjar brúgvar, sum Bakkafrost hevur latið.
Vestmenningar hava longu fingið nógvar bíleggingar, bæði til báta-og kampingpláss, men enn eru pláss eftir.