Ófyrireikaðar einskiljingar

Tað fellur ikki í góða jørð í Tjóðveldisflokkinum, at samgongan inntøkuførir milliónaupphæddir, sum koma í sambandi við væntaðar einskiljingar og almennar sølur.

Í fíggjarlógaruppskotinum, sum í hesum døgum verður viðgjørt í tinginum, hevur samgongan roknað við inntøkum frá einskiljingum og almennum sølum, og tað heldur Tjóðveldisflokkurin verða burturvið.

Skuldi heldur farið í grunn
- Tær einskiljingar, sum liggja í kortunum, eru púrasta ófyrireikaðar, og tað er burturvið at seta inntøkur frá teimum á fíggjarlógina, tí eingin veit við vissu, um tær verða veruleiki í komandi ári. Um so var, at tær vóru komnar so langt, at tað bert manglaði politiska góðkenningin, so var tað eftir okkara tykki kanska í lagi at inntøkuføra tær, heldur Páll á Reynatúgvu, framsøgumaður flokksins í fíggjarmálum.
Páll á Reynatúgvu vísti tó á, at flokkurin heldur tað verða skeivt at inntøkur frá møguligum sølum av almennum ognum verða nýttar til raksturin á fíggjarlógini. Tjóðveldisflokkurin er av teirri fatan, at rættast hevði verið at sett inntøkurnar frá slíkum sølum í ein búskapargrunn, sum flokkurin hevur lagt uppskot fram um.