TíÐindaskriv
arkitekturur
Mikukvøldið tann 27. juni kl 19.30 verður fyrilestur í høllini á landsbókasavninum við norska arkitektinum Anders Haslestad. Heitið á fyrilestrinum er »Nordiske trækonstruktioner og bevaring af dem ? kompetanse, teknik og metoder«.
Anders Haslestad er ráðgevi hjá norska ríkisantikvarinum. hann hevur í nógv ár arbeitt við varðveiting av gomlum norskum timburbygningum. Anders Haslestad er í Føroyum í sambandi við, at ætlanin er at gera umvælingar á stokkastovuna í Tinganesi.
Fyrilesturin vendir sær til arkitektar, verkfrøðingar, byggifrøðingar og handverkarar, og onnur við áhuga fyri evninum.
Fyriskiparar eru Føroya Fornminnissavn, Arkitektafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag og Føroya Byggifrøðingafelag.