Fyrilestur um kyn og seksualitet

LGBT+ føroyar skipar fyri fyrilestri um kyn og seksualitet

Tá vit tosa um eitt hvørt evni er týdningarmikið, at vit kenna tey røttu orðini og vita, hvat tey merkja, so tað vit siga, er tað, vit meina, og vit kunnu skilja hvønn annan betri.

 

Finn Ferjá fer at hava eina stutta framløgu um kyn og munin á kyni, kynssamleika, seksualiteti og kynsframburði (kønsudtryk). Møguleiki verður eisini at seta spurningar.

 

Aftaná framløguna verður Human Library, har høvið verður at seta ymiskum lgbt+’arum spurningar. Til ber at spyrja um alt, men tað er týdningarmikið at hava virðing fyri teimum, sum tosað verður við.

 

LGBT+ Føroyar bjóðar kaffi, te og kaku.

 

Tiltakið er ókeypis og er í hølinum hjá LGBT+ Føroyum, Tórsgøta 16, Tórshavn.