Fyrilestur um frítíðarlógina

Fróðskaparsetrið heldur altjóða verkamannadagin við fyrilestri um frítíðarlógina. Snorri Fjallsbak hevur skrivað ritgerð um løgtingslóg um frítíð við løn sum høvuðsritgerð á master í løgfrøði.

Fróðskaparsetrið heldur altjóða verkamannadagin við fyrilestri um frítíðarlógina. Snorri Fjallsbak hevur skrivað ritgerð um løgtingslóg um frítíð við løn sum høvuðsritgerð á master í løgfrøði.
 
Frítíðarlógin ásetir rættindi hjá løntakarum at halda frí við løn. Lógin er viðkomandi fyri tey flestu, sum gerast virkin í føroyska búskapinum.

Lógin reisir tó nógvar spurningar, um hvussu hesi rættindi kunnu brúkast, og hvussu støða arbeiðsgevarans er, hvørjar skyldur og hvørjar heimildir hann hevur.

Lógin avmarkar avtalufrælsið við at áseta nøkur krøv og minsturættindi. Lógin ásetir eisini, hvat partarnir á arbeiðsmarknaðinum kunnu avtala í kollektivum sáttmálum.

Tískil ávirkar frítíðarlógin bæði stakverklóg og felagsverklóg – individuellan og kollektivan arbeiðsrætt – við rættindum, heimildum, mannagongdum og sjálvt revsiásetingum.

Lógin skipar eisini frítíðargrunnin og setir á mangan hátt karmar fyri framleiðslu og familjulívi í Føroyum.

Ritgerðin viðger røð av venjum og úrskurðum á økinum. Spurningar um avtalur um øðrvísi feriu, spurningar um frítúr, um limaskap í løntakarafeløgum, um heimildir og rættindi at leggja feriuna.

Høvundurin hevur drúgvar royndir bæði sum løntakari, stjóri, fakfelagsformaður og leiðari fyri almennu arbeiðsgevararnar og hevur fyrr skrivað grein um tulking, sum er prentað í Føroyskum Lógar Riti; eisini hevur Snorri fyrr hildið røðu á fyrsta maidagshaldinum á Vaglinum.

Ritgerðin er tann fyrsta, ið latin verður inn á master í løgfrøði, útbúgving ið Fróðskaparsetrið hevur skipað í góðum samstarvi við universitet í grannalondunum.

Vegleiðari er Kári á Rógvi, professari í løgfrøði, sum hevur skrivað lærubók í felagsverklóg.