Í dag klokkan 17 verður aðalfundur hjá CTD-Felagnum, og eins og undanfarin á, skipar CTD-Felagið eisini hesa ferð fyri fyrilestri, har Bogi Eliasen fer at greiða frá um FarGen verkætlanina.
Tað er ikki so lang síðan tað var frammi, at tað ikki var kunnað nokk um hesa verkætlan, so nú hava øll møguleikan, sigur Frankie Jensen, sum er formaður í CTD-felagnum.
Fyrilesturin verður í samkomuhøllini á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði, í dag klokkan 17.00. Eftir fyrilesturin, verður aðalfundur hjá CTD-Felagnum, og til ber at tekna seg sum lim í CTD-felagnum innan fundin.