Fyrilestur í Klaksvík um Tammerfors

Hóskvøldið fer finski savnsleiðarin Toimi Jaatinen at halda fyrilestur í Býráðshøllini í Klaksvík við heitinum Tann Skapandi Tammerfors: ”Hvussu kunnu vinnan og mentan stuðla hvørjum øðrum?”



Útbúgving og mentan

Fyrilesturin hjá Jaatinen tekur støði í nógva virkseminum í og kring finska býin Tammerfors. 


Grøni og lívsfúsi Tammerfors verður mettur at verða millum fremstu kongress- ferðamanna og mentanarbýum í Norðurlondum. Eini 15000 fólk koma árliga á tær á leið 30 kongressirnar í Tammerfors.

Burtursæð frá Helsinki, er Tammerfors størsti lestrarbýur í Finlandi. Á teimum fimm fróðskaparsetrunum eru 34000 lesandi. Av teimum 300.000 íbúgvunum í økinum, hava 26,5 prosent eina universitetsútbúgving. Sostatt eigur Finland flest høgt útbúgvin fólk í Norðurlondum

Tammerfors er eisini ein av undangongubýunum innan gransking. Á granskingardeplinum í býnum hava tey millum annað serkunnað seg um heilsu- og biotøkni eins og innan kunning og samskifti. 


Sum mentanarbýur er Tammerfors errin av sínum orkestri, Tammerfors filharmoniska orkestur, eins og av teimum rættiliga nógvu leikhúsunum og gripagoymslunum.

Fyrilesturin hjá Toimi Jaatinen verður at hoyra í býráðshøllini í Klaksvík hóskvøldið klokkan 19.30