Fyrilestrar um ráevni undir føroyska havbotninum

Tríggir fyrilestrar um ráevni á og undir havbotninum á føroyskum og altjóða øki

Í samband við eitt altjóða summarskeið hevur Fróðskaparsetur Føroya vitjan av útlendskum lærarum. Í hesum sambandi skipar Fróðskaparsetrið fyri einum almennum fyrilestrarkvøldi á Østrøm.

 

Tríggir fyrilestrar verða, sum skulu lýsa ymisk viðurskift  í tilknýti til ráevni á og undir havbotninum á føroyskum og altjóða øki.

 

1.    Tetsuro Urabe, Japan, limur í landgrunsnevnd Sameindu Tjóða, greiðir frá um “Natural resources of the outer continental shelf”

2.    Harald Brekke, Noreg, limur í altjóða havbotnsmyndugleikanum hjá ST, heldur fyrilestur undir heitinum “The International Seabed Authority”

3.    Heri Ziska, deildarleiðari á kanningardeildini á Jarðfeingi, greiðir frá um “Hydrocarbon exploration on the Faroese continental shelf”

 

Tiltakið á Østrøm byrjar kl. 19:00. Tað er ókeypis, og øll við áhuga í hesum evni eru hjartaliga vælkomin.