Fyrilestrar um kreppu og gransking

Á landsfundi Fólkafloksins í morgin fer Johnny í Grótinum at halda fyrilestur um fíggjarkreppuna, meðan Pál Weihe heldur fyrilestur um vinnuligar møguleikar í gransking

Fólkaflokkurin hevur landsfund í bygdarhúsinum í Kollafirði í morgin, og á fundinum verða tveir fyrilestrar.

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og leiðari av Føroya Banka í Danmark, fer at halda fyrilestur um alheims fíggjarkreppuna, sum hevur rakt íslendingar serliga meint.

Hin fyrilesturin ber heitið »Vinnuligir møguleikar í gransking«, og er serliga viðkomandi nú vit júst hava havt vitjan av umboðum fyri EFTA sum sóu, at Føroyar hava annað og eiri at bjóða upp á, enn fisk. Tað verður Pál Weihe, sum fer at halda tann fyrilesturin.

Eftir bert sjey mánaðum í andstøðu, var aftur boð eftir Fólkaflokkinum til landsins leiðslu, og hetta fer uttan iva at seta dám á landsfundin. Eisini stendur kommunuval fyri durum, og tí kann eisini roknast við, at kommunupolitikkur fær rúmd á fundinum, eisini tí, at landsstýriskvinna floksins, Annika Olsen, umsitir kommunumál.

Skráin til fundin er henda:

kl 09.30: Morgunmatur

kl 10.00: Formansfrágreiðing

Fyrst Jørgen Niclasen, formaður, síðani fara landsstýrisfólkini at greiða frá sínum málsøkjum og at enda tingfólk.

kl 12.00: Døgurði

kl 13.00: Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur: »Fíggjarkreppan og búskaparstøðan í Føroyum«

kl 13.30: Pál Weihe, yvirlækni og granskari: »Vinnuligir møguleikar í gransking«

Eftir fyrilestrarnar verður orðið frítt, har fundarfólkið fær møguleika at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Um kvøldið verður døgurði.