Fyrilestrarøð á Fróðskaparsetrinum

Í vetur og vár fer Fróðskaparsetur Føroya at skipa fyri eini røð av almennum fyrilestrum við heitinum Myndlar og tøl

Tilsamans átta fyrilestrar vera á skránni, og evnini eru rættiliga fjølbroytt. Í fyrsta fyrilestrinum fara Petur og Martin Zachariassen at greiða frá ymsum háttum at rokna atkvøður um til tingsessir.
Seinni verður greitt frá, hvussu geislavirkin dálking hevur verið í Føroyum seinastu mongu árini, og hvat er í luftini, sum vit anda her í Føroyum.
Samspælið millum streym og aldu verður tikið upp í einum øðrum fyrilestri, og seinni um tað er møguligt at rokna streymin nóg neyvt til, at álítandi metingar kunnu verða gjørdar av, hvussu eitt møguligt útlát spjaðist við streyminum.
Beint eftir nýggjár verður fyrilestur um útgerð til aling á harðbalnum økjum. Ein fyrilestur verður um fjarskifti í Føroyum. Seinasti fyrilesturin er um ríka lívið, sum er undir vatnskorpuni á Føroya Banka.

Frá atkvøðum til tingsessir
Fyrsti fyrilesturin í røðini verður hóskvøldið 18. november kl. 20 í Ovastovu í Nóatúni. Tá fara Petur Zachariassen, hagfrøðingur og Martin Zachariassen, teldufrøðingur at halda fyrilesturin "Frá atkvøðum til tingsessir".
Hvussu fæst eitt lutfalsligt tingmannabýti í mun til atkvøðubýtið?
Hesin greiði spurningur hevur einki einfalt svar. Fleiri útrokningarhættir hava verið nýttir í valskipanum kring heimin. Hvat siga royndirnar, og hvørji ástøðilig úrslit eru tøk um henda spurning?
Í fyrilestrinum fara Martin og Petur at nýta ymsar hættir til løgtingsvalini 1978-2004 samanbornir við galdandi valskipan. Í fyrilestrinum verður eisini víst á ein nýggjan tvílutfalsligan útrokningarhátt, har lutfalslig javnvág fæst í tingmannabýtinum bæði í mun til flokkar og valdømi.
Petur Zachariassen er útbúgvin støddfrøðingur frá Universitetinum í Århus og hevur starvast sum lektari í hagfrøði og støddfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum síðani 1974.
Martin Zachariassen er útbúgvin teldufrøðingur frá Fróðskaparsetrinum og Universitetinum Keypmannahavn. Í 1998 vardi Martin Ph.D. heiti á Universitetinum í Keypmannahavn. Hann starvast sum lektari á Datalogisk Institit á Universitetinum í Keypmannahavn og er adjungeraður lektari í teldufrøði við Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum.

Skráin fyri fyrilestrarøðina er hendan:

18. november 2004Petur Zachariassen og Martin Zachariassen: "Frá atkvøðum til tingsessir" Ð- um útrokningarhættir í sambandi við løgtingsval.
9. desember 2004Hans Pauli Joensen: "Geislavirkin dálking í Føroyum seinastu 40 árini."
6. januar 2005Øystein Patursson: "Aliringar til harðbalin økir" Ð- um at menna aliútgerð.
27. januar 2005Magnus Danielsen: "Fjarskifti í Føroyum"
17. februar 2005Knud Simonsen: "Streym til drív- og leitiskipanir á landgrunninum"
10. mars 2005Trygvi Vestergaard: "Hvat anda vit?" Ð- um úrslit frá luftkanningum í Føroyum
31. mars 2005Bárður Niclassen: "Spæla alda og streymur saman á landgrunninum"
21. apríl 2005Eyðfinn Magnussen: "Føroya Banki Ð- eitt vakstrarparadís hjá fiski