Lendisdeildin hjá Tórshavnar kommunu er farin undir at skera av trøum, ið kunnu vera til ampa fyri bygningar í býnumi. Hetta verður gjørt fyri at fyribyrgja skaðum, ið kunnu standast av trævøkstri í býnum.
Tórshavnar kommuna skrivar, at trupulleikin í summum førum er tann, at trø standa ov tætt upp at bygningum og tað kann tí gera skaða á eitt nú tekjur.
Endamálið er mestsum altíð at sleppa undan, at træið koppar ella brotnar, soleiðis at træið kann varðveitast sum longst.
Víðari skrivar kommunan, at fleiri trø nærkast endanum á sínum natúrliga lívsskeiði. Flestu av hesum eru av slagnum rønn, og eru tey oftast ikki so stór. Trø av øðrum sløgum sum ahorn og sitkagrann kunnu liva í fleiri mansaldrar afturat, um skaði ikki verður gjørdur á tey.










