Fysioterapeutfelag Føroya fer nú av álvara at seta kikaran á eldraøkið.
8. apríl skipar felagið fyri ráðstevnu undir heitinum “Sum longst við egið lív”. Hitt evnið er tvørfaklig visitering.
- Okkara mál er, at eldri fólk skulu hava fleiri og fjølbroyttari tilboð, enn tey fáa í dag, og at hugsað verður meira um fyribyrging og venjing, siga Marjun Poulsen og Marita Tórheim, sum samskipa ráðstevnuna.
Læra av øðrum
Fýra danskir fyrilestrahaldarar verða á ráðstevnuni. Ein teirra er Anne Mette Dalgaard frá Fredericia kommunu, har tey hava eina verkætlan við hjálp til sjálvhjálp og fyribyrging fyri eldri borgarar.
Júst hesum royndunum halda Marjun Poulsen og Marjun Tórsheim, at føroyingar hava nógv at læra av.
Tær halda tað vera neyðugt, at hugt verður øllum eldraøkinum, hvussu peningurin verður brúktur, og hvat tey eldru fáa burturúr.
- Har hugsa vit ikki um sparingina men um at geva teimum eldru eitt betri lív.
At klára seg sum longst
Tær nevna sum dømi, at tá ið eitt eldri fólk eitt nú hevur brotið beinið og verur útskrivað, tekur heimarøktin sær av viðkomandi. Alt gott um heimarøktina, men tað hevði loyst seg, at ein fysioterapeutur beinanvegin tók sær av viðkomandi við venjingum. Harvið kom hetta fólkið nógv skjótari fyri seg.
Tann minsti parturin av teimum gomlu hevur røkt fyri neyðini, og hjá nógvum kundi tað bíða í nøkur ár við røktini, um tey gomlu fingu meira venjing í at klára seg sjálv og taka ábyrgd av sínum egna lívi.
Eitt dømi er, at fleiri eldri fólk fáa heimahjálpina at hjálpa sær við at sleppa í styðisokkar. Antin kundu tey gomlu lært at sloppið í hesar sokkar, ella tey fingu eitt hjálpitól til endamálið.
Hatt aer bara eitt lítið dømi.
Kom í gongd
- Í Føroyum verður ikki kannað, hvørjar venjingar eldri fólki tørvar. Her verður bara kannað, hvørja røkt teimum tørvar. Í Danmark hava fólk sambært lóg krav upp á uppvenjing og viðlíkahaldsvenjing fyri at fáa førleikan aftur. Soleiðis átti tað eisini at verið hjá okkum.
Hóast eingin lógaráseting er í Føroyum, ber væl til at fara til verka. Tað er bara ein hugburðsbroyting, sum skal til.
Okkurt er tó hent.
Økisterapeutar eru settir í starv kring landið, men trupulleikin er, at tað finst eingin leiðbeining um mannagongdir, terapeutarnir eru einsamallir hvør á sínum øki, og tí støðast teir ikki í størvunum.
Nakrar kommunur hava fingið eyguni upp fyri, hvussu væl tað ger eldri fólkum at fáa uppvenjing. Í onkrari kommunu luttekur Nærverkið í uppvenjingini.
- Men tað vantar ein ætlan fyri alt landið, soleiðis at somu tilboð eru allastaðni í landinum. Tað hava vit ikki sum er.
Fysioterapeutarnir hava fingið Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, Gunvá við Keldu, forkvinnu í KSF, Ásbjørn Djurhuus, formann í FKF, Mary í Garði, stjóra í Nærverkinum og Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn at sita við pallborðið á ráðstevnuni.
- Tað hava vit gjørt, tí vit vilja hava okkurt at henda skjótt. Vit vilja í dialog við hesi fólkini.
Vón teirra er, at eftir ráðstevnuna verður settur ein arbeiðsbólkur at orða málið og mannagongdirnar.
- Vit mugu hava terapeutiska leiðslu, sum kann taka stig til, at tey eldru beinanvegin koma í venjing og ikki bara líta á heimarøktina. Hetta hevði spart nógva orku í heimarøktini, og tey eldru fingiðbetri lívsgóðsku. Í staðin fyri bara at fáa røkt skulu tey eldru eggjast til at taka ábyrgd av egnum lívi. Fáa vit tey í gongd, liva tey betur, verða glaðari, og hetta er eisini besti mátin at fyribyrgja tunglyndi hjá eldri fólkum, siga Marjun Poulsen og Marita Tórsheim.










