Fyribilsleiðari í Listaskálanum settur

Nevndin í Listaskálanum hevur gjørt av at seta Inger Smærup Sørensen sum fyribils leiðara í Listaskálanum fram til nýggjárs.
Hon tekur við eftir, at Mathea Hilduberg, sum varð sett í juli í ár, í seinastu viku fór úr starvinum.
Helgi Fossádal, nevndarlimur, sigur, at nevndin fer at nýta hesa tíðina frá nú av fram til ársskiftið at koma til eina endaliga avgerð um, hvat skal gerast.
Inger Smærup Sørensen var listaliðleiðari í Listaskálanum, áðrenn hon varð sett sum fyribilsleiðari.