Hóast striltið hevur gingið at fáa flokkarnar at sessast um samráðingarborðið, og nógvir steðgir hava verið í samráðingunum, so samdust partarnir á middegi í gjár um at fara undir veruligar samráðingar.
Útlitini fyri at fáa eina samgongu millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin, vóru ikki bjartar, tá partarnir hittust hósmorgunin.
Tey batnaðu heldur ikki sum fráleið út á fyrrapartin, men so setti Fólkaflokkurin kravboðini, at nú noyddust partarnir at gera av, hvørt teir skuldu halda fram ella gevast.
Hvat tað var, sum gjørdi munin, var ikki greitt, tí partarnir høvdu avtala sínamillum, at bert samráðingarleiðarin skal tosa við tíðindafólkini. Hann vildi einki siga um, hvat hevði fingið partarnar at semjast um at fara undir veruligar samráðingar.
Tað vardi sostatt nærum eitt samdøgur, áðrenn partarnir komu ásamt um at byrja samráðingarnar.
Løgmanssessurin
og lógarsmíð
Høvuðsevnið hetta tíðarskeiðið, hevði sum skilst verið, hvør flokkur skuldi eiga løgmann. Fólkaflokkurin helt fast við, at tað skuldi vera Anfinn Kallsberg, men tað góðtók Tjóðveldisflokkurin ikki.
Stríð var eisini um lógarøkið. Fókaflokkurin bjóðaði Tjóðveldinum alt lógarøkið, hervið at smíða sjálvstýrislóg, móti at lógirnar skuldu leggjast fyri løgmann til góðkenningar.
Hetta stríðið vardi drúgva tíð, og Sjálvstýrisflokkurin, ið annars hevði verið ógvuliga tigandi uttan fyri samráðingarhølið, helt, tá fundirnir byrjaðu hósmorgunin, at Tjóðveldisflokkurin kortini ikki tordi at fremja tað í verki, sum hann førdi fram undir valstríðnum.
Onkur fundarluttakari helt fyri, at higartil høvdu allar samráðingar snúð seg um, at partarnir ikki høvdu álit á hvør øðrum.
Tjóðveldirrøddir vildu hinvegin vera við, at Fólkaflokkurin bert vildi hava teir við, men at einki veruligt málsøki, sum teir kundu seta sín dám á fylgdi við, annað enn landsstýrisess og nakrar nevndarsessir.
Nýggj siðvenja skal roynast, tá partarnir nú fara til samráðingarborðið,men eftir fundardáminum at meta, var ógreitt um hetta var politiskt spæl ella strategi.
Flestu garvaðu politikarar hildu, at støðan hósmorgunin var óvanlig, og nógv strævnari enn áður, undir somu umstøðum.
Anfinna Kallsberg segði aftaná at partarnir vóru samdir um at fara undir veruligar samráðingar:
Vit fara nú undir samráðingarnar, og eru samdir um at prioritera sjálvstýrismálini, sigur Anfinn Kallsberg.
Ábyrgdarøki
og arbeiðsøki
Ónøgdin hjá Tjóðveldisflokkinum hevur verið, at teirra ábyrgdarøki ikki var nøgtandi, eftir tí sum tit hava tosað um higartil?
Tað ber ikki til at býta ábyrgdarøki, men bert arbeiðsøki, sigur samráðingarleiðarin.
Hóast vit ikki eru einmælt samdir, og heldur ikki vita, um nøkur samgonga spyrst burturúr, so fara vit at royna,sigur Anfinn Kallsberg
Spurdur hvønn flokk hann fór at boðsenda, um tað ikki eydnaðist í hesum umfarinum, sigur Anfinn Kallsberg, at hann fer at meta um, hvar møguleiki er fyri at fáa aðra meirlutasamgongu.
Ein møguleiki er Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin. Hin er Sambandsflkkurin, Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin.
Hevur tú umhugsað at skipa minnilutastjórn, við bert Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum?
Tað er eisini ein møguleiki, men hann er ongantíð royndur áður. Tað krevur, at vit so skulu gera avtalur við aðrar flokkar, men hvussu kunnu vit fáa tað,tá vit ikki kunnu semjast um eitt samgonguskjal?
Stutt skotbrá
Nú eru veruliga samráðingarnar byrjaðar, og ætlanin er at halda fram til partarnir eru komnir til eina niðurstøðu, og hava fingið mest týðandi málini felt niður í samgonguskjal. Av tí at skotbráið er so stutt, bert til kl.11 leygardagin, verður væntandi ikki møguligt at gera endaliga samgonguskjalið liðugt til ta tíð.
Tó eru partarnir samdir um at gera nakrar broytingar í Landsstýrinum. Tað er møguliga at geva landsstýrismanninum í fíggjarmálum størri vald, umframt at semja er um, hvør skal vera løgmaður.
Anfinn Kallsberg vildi tó ikki siga, um hann skal vera løgmaður.
Hann væntar at samráðingarnar vera truplar, men at teir longu hava funnið nakrar loysnir, eitt nú um hvussu teir vilja viðgera viðurskiftini millum Danmark og Føroyar, men at tað velst alt um politisku viðgerðina undir komandi samráðingunum.
Meðan samráðingarnar fara fram, verður ikki samráðst við aðrar partar, men Anfinn Kallsberg útilokar ikki øðrum møguleikum fyribils.
Av tí at stundir ikki eru fyri at gera endaliga samgonguskjalið, áðrenn samráðingarleiðarin aftur fer at hitta tingfomannin leygardagin, verður bert politiski málsetningurin festur á blað, og so verða trupulleikarnir loystir so hvør sum teir stinga seg upp, sigur Anfinn Kallsberg
Um henda samgongan ikki verður veruleiki, verður farið undir næsta umfar at finna samráðingarleiðara, og tá verður skotbráið bert tveir dagar.