Fyri alt fólkið

Grundlógarráðstevna var herfyri í Norðurlandahúsinum. Kári á Rógvi hevur verið við í grundlógararbeiðnum mestsum frá byrjan og hugleiðir her um ráðstevnuna og framtíðina

Ein poppsangur var at hoyra fyri árum síðani, sum æt "Give me the good news!" Ráðstevnan, sum grundlógarnevndin við Jóan Paula Joensen á odda helt 11. til 13. mars var helst dømi um tað, sum sangurin var um: tað er meira spennandi hjá fjølmiðlunum at takast við tey ringu tíðindini, við ósemju, trætu og kríggj. Sum drongurin í fjørðuni hjá Pipari og Salti segði: "doyði so ongin? ? Hatta var ein ring søga!"
Semjast ella stríðast
Tað er helst ikki av tilvild, at ein fólkalívsfrøðingur hevur greitt vegin til semju í arbeiðnum at smíða Føroyum eina nýggja stjórnarlóg. Tað krevur, skulu vit siga eina vissa stødd, at slóða fyri. Tingmenn á tingsins røðarapalli standa eftir útlendskari fyrimind og halda drúgvar røður fyri hvørjum øðrum, belæra hvønn annan og vóna at veljarin lurtar eftir, hvussu teir stríðast fyri síni søk. Í grundlógarnevndini hevur verið minni talað og meira lurtað.
Í lógsmíði vanliga eru tað embætismenn og umboð fyri seráhugamál, ið hittast og semjast um sonevnd "faklig tilmæli", sum síðani tingmenn so skulu lesa saman við hundrað øðrum uppskotum og álitum í tíðarskeiðnum frá mars til apríl. Eisini her hevur verið vent í holuni. Formaðurin og hansara frøðingar hava lagt tilfarið fyri tingmenn og sett fram spurningar, men at taka støðu og svara spurningunum er fyri tey fólkavaldu.
Úrslitið sóu tey, sum vóru á ráðstevnuni. Til endans á stevnuni tóku politiskir leiðarar sum Anfinn Kalsberg, Jóannes Eidesgaard, Høgni Hoydal og Eyðun Eltør orðið ? og vóru samdir! Á stevnuni vóru aðrir leiðarar sum Lisbeth Petersen, Jenis av Rana og Edmund Joensen, umframt tingfólk, landstýrismanning og mong onnur. Eftir fleiri ára stríð og strevan bar tað til at lýsa, hvussu ein tjóðskaparlig semja kann gerast um fortreytirnar fyri eini føroyskari stjórnarlóg.
Hvat er problemið?
Føroyar eru eitt land og føroyingar eru eitt fólk. Hetta eru vit samd um. Vit hava eitt løgting, eitt landsstýri, kommunur, fyrisiting, kærustovnar og annað, sum krevst til, at Føroyar kunnu virka sum eitt land. Tað ber snøgt sagt til at stýra Føroyum uttan stórvegis beinleiðis hjálp frá øðrum londum. Vit eru í dag í einum samveldi við Danmark. Danska ríkið røkir summi viðurskifti okkara vegna, og mong fólk halda tilknýti til Danmarkar vera ein fyrimun, so ella so.
Men, eftir stendur, at Føroyar longu nú eru eitt land við politiskum stovnum og við so nógvum sjálvræði, at føroyskir borgarar næstan bara merkja til føroyskar myndugleikar í samskiftinum við "tað almenna".
Problemið er so, skulu vit hava eitt skjal við viðtøkum og reglum fyri hetta landið, og hvussu skal hetta skjalið eita? Fyri flestu skilafólk, sambands og tjóðveldis, reinskerarar og lærarar er tað ikki so ringt at svara: Fyri tað fyrsta er tað brúk fyri einum slíkum skjalið, og fyri tað annað er tað næstan karvandi líka mikið, hvussu tað eitur.
Tí, vit hava longu eina stýrisskipanarlóg fyri landið. Vit hava eina ríkisgrundlóg fyri ríkið. Og vit hava eisini eina heimastýrislóg, sum er samtykt fyrst á føroyskum, so á donskum, sum lýsir tilknýti millum land og ríki.
Tey einastu vanligu skilafólkini, sum hava nakað ímóti eini føroyskari grundlóg eru tey sambandssinnaðu, sum halda, at orðið "grundlóg" smakkar ov nógv av fullveldi ? og so tey sjálvstýrissinnaðu, sum halda, at orðið "grundlóg" er eitt dekan og danskt orð.
Síðani eru nøkur fólk, sum hava verið niðri og lisið og halda seg hava skilt, at "tað ber ikki til reint princippielt, í og fyri seg við, atliti til Ross og grundnormin, og bla. bla. bla". Tey tími eg ikki at fást við; tey hava fingið, skulu vit siga, umhvørskaða.
Hvør er so semjan?
Semjan er at skriva nakrar fáar ásetingar í eitt skjal, sum siga, at Føroyar eru land, føroyingar fólk, at vit eiga ómissandi sjálvsavgerðarætt, at vit eru í eini samveldisskipan, sum vit kunnu taka okkum úr á tann hátt, sum vit sjálvi áseta, og at vit somuleiðis kunnu knýta okkum í aðrar skipanir, um vit vilja tað, men altíð hava rætt at broyta støðu. Samtykkja vit hetta á tingi og á fólkaatkvøðu, so er tað okkara støða og okkara grundleggjandi lóg.
Í semjuni liggur, at ongin sambandsmaður er so forheraður, at hann heldur uppá, at loysing ber ikki til. Ongin loysingarmaður er heldur so forrendur, at hann er ímóti at mannagongdin at loysa er heldur truplari enn vanlig lóggáva. Øll semjast um, at støðan nú ikki er so heilt galin, í øllum førum samborið við aðrar smátjóðir, ið ikki hava nakað land.
Meginparturin av hesi landsgrundlóg, evstulóg, stjórnarlóg ella Føroya lóg verður tó um onnur mál.
Ein partur verður um stýriskipanina, hesin partur kemur í staðin fyri stýrisskipanarlógina. Avbjóðingin á hesum økinum er at taka sær tíð at skriva betri reglur enn tær, sum í dag volda okkum so stórar trupulleikar, tá ræður um lutin hjá løgmanni, landsstýrismonnum, tingmonnum, embætismonnum, tá ræður um fíggjarviðurskifti, fyristing, samgongu, uttanlandsvald og ríkissamstarv, og so frameftirni.
Síðani koma teir partarnir, sum mangla í dag. Nærri ásetingar um dómsvald. Ásetingar um grundreglur, ið øll halda seg kenna, men sum ikki eru at finna nakra staðni, ella áttu at verið lyftar upp á hægri rók. At øll eru líka fyri lógini, ella at øll eiga rætt til innlit í almenn viður-skifti, um ikki týðandi mótatlit eru, tað eru dømi um slíkar grundreglur. Harafturat eru meginreglur um vælferð, umhvørvi og tilfeingi. Síðani koma rættindi, ofta nevnd mannarættindi. Vit mugu sjálvsagt hava minst líka góð rættindi sum í ríkisgrundlógini, so leingi vit eru í samveldi. Vit mugu eisini halda altjóða sáttmálar. Men, tað er í sjálvum sær neyðugt at hava rættindini á føroyskum, skulu føroyingar taka tey til sín, og tað ber so øgiliga væl til at hava bæði onnur og betri rættindi enn danir og aðrir.
Hvat gera vit so?
Løgtingið viðger nú, hvussu grundlógarnevndin skal arbeiða. Summi klók høvd skulu vera við. Onnur skulu sum fólkavald umboða fólkið. Nevndin skal hava høli, tíð og pengar. Tingmenn hava áhuga fyri hesum arbeiði, og allir flokkar eru umboðaðir í tingnevndini, sum leggur lunnarnar, vit skulu draga eftir.
Formaðurin hevur í frágreiðing, ið liggur á netinum (grundlog.fo), og kann fáast frá løgmálaráðnum í Havn, greitt frá, hvat hann heldur.
Tá báturin er flotaður aftur, og formaðurin setstur aftur í rong, skulu vit søkja nøkur mið.
Á ráðstevnuni vitjaðu vit onkran plink. Hans Pauli Strøm, fyrrverandi tingmaður og limur í nevndini, róði fram undir tingskipanina. Við støði í tí, sum nevndin higartil hevur arbeitt við, kjakaðist hann við fólk um at skipa tingarbeiðið betur í framtíðini við hoyringum og semjusøkjandi lógfyrireiking og meiri arbeiði aðrar tíðir av árinum enn eftir hálvan mars.
Vit fara í holt við mong onnur slík evni í komandi tíð, vónandi bæði á ráðstevnum, fundum um landið alt og í sjálvari nevndini. Fíggjarvald, eftirlitsvald, stjórnarvald, rættindi, meginreglur, rættarskipan, tingskipan og annað mangt er longu partvíst fyrireikað og fer at vera víðari viðgjørt.
Fólkið skal kunnast
Vit, ið vóru við, kundu á ráðstevnuni gleðast um Chimène Keitner, ið greiddi frá altjóða lóg og royndum við sjálvsavgerðarrætti hjá smálondum. Samstundis greiddi Hans Pauli Strøm frá politisku møguleikunum at brúka henda serkunnleika til at finna semju í Føroyum.
Á saman hátt kundu vit fegnast um, at serfrøðingar í grundlógum úr Danmark, Svøríki, Norra og Finlandi og aðrastaðni somuleiðis røddu um royndir í grannalondum okkara og aðrastaðni. Eisini tingfólk úr fleiri grannalondum vitjaðu stevnuna. Tað er ongin ivi um, at vit fáa alla ta hjálp, vit leggja í, frá teimum.
Sjálvsagt eru tað mest "tey hægstu í Havn", sum kunnu fara til slíkar stevnur. Men tingfólk, lærarar, fakfelagsfólk, miðlafólk, embætisfólk, kommunustýrisfólk, vinnufólk og onnur vóru møtt og góvu øll formanninum góð ráð um, hvussu kunningin skal fara fram hereftir.
Sjálvur vóni eg bara, at miðlarnir ? og fólkið ? halda, at tað er ein góð søga, sjálvt um ongin missir høvdið, so ella so.