Fýra spælarar hjá HB venja í AC Horsens

Jens Berthel Askou hyggur nærri at fýra av fyrrverandi spælarunum hjá sær í HB

Í vikuni eru fýra spælarar hjá HB í AC Horsens og venja. Talan er um Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Daniel Johansen og Mads B. Mikkelsen. Úr HB verður sagt, at hetta er í samráð við felagið og eitt ynski um, at vísa sínar spælarar fram.

 

Tað er fyrrverandi venjarin hjá HB, Jens Berthel Askou, sum er venjari hjá AC Horsens. Hann hevur fyrr víst á, at hann er áhugaður at fáa onkran spælara til AC Horsens, og tá var mett at Adrian Justinussen og Samuel Chukwudi vóru millum teirra, ið hann vildi hava við. Tað hevur gingið eitt sindur misjavnt hjá AC Horsens í hesum kappingarárinum, men seinastu vikurnar hevur felagið fingið ferð á aftur. Tað er ikki óhugsandi, at AC Horsens verður í stríðnum um at flyta upp í Superliguna.

 

Úr HB ljóðar, at hetta er spælarar sum hava víst áhuga fyri at royna seg uttanlands. Adrian Justinussen hevur heldur ikki lagt fingarnar í millum, tá hann hevur verið spurdur um fótbóltsdreymin. Hann er at spæla uttanlands. HB leggur dent á, at felagið ynskir at hjálpa spælarum, ið vilja royna yrkisleiðina sum fótbóltsspælarar.

 

Spurningurin í hinum endanum er, hvat HB nú er um fleiri av hesum fara av landinum. Mikkel Dahl er farin aftur til Danmarkar, meðan René Shaki Joensen er farin til KÍ.