Fýra særd av skotum í skúla í Texas

Ein 18 ára gamal næmingur, sum lat skot av undir einum bardaga í einum studentaskúla í Texas er handtikin.

 

Vælmannað løgreglulið eru á staðnum við Timberview High School í Arlington í Texas. - Foto: Lm Otero/Ritzau Scanpix

Tvey fólk eru særd av skotum og tvey onnur hav fingið skaða á annan hátt í sambandi við ein skottilburð á einum studentaskúla í amerikanska statinum Texas.

Ein 18 ára gamal næmingur á skúlan endaði í bardaga við øðrum og tók eitt vápn fram og lat skot, sigur løgreglan í býnum Arlington.

Í kvøld okkara tíð sigur løgreglan, at tann 18 ára gamli er handtikin.

Næmingurin flýddi av staðnum eftir skottilburðin, men meldaði seg sjálvan til løgregluna, sum hevði sett eina leiting í gongd eftir honum.

– Talan er ikki um eina tilvildarliga hending, sigur Kevin Kolbye, sum er varaløgregluovasti í býnum.

– Ein næmingur kom í bardaga og tók vápnið fram.

Hann leggur afturat, at tað vórðu latin trý skot av.

Miðlar í Dallas-økinum, har skúlin er, skriva, at støðan hjá einum 15 ára gomlum dreingi er kritisk. Hini bæði hava ikki fingið álvarsliga skaða.

Ein fjórði persónur, sum er ein kvinna, sum er við barn, slapp við minni løstum. Hon fekk hjálp á staðnum, men skuldi á skaðastovuna.

Sjónvarpsmyndir vísa, at nógv løgreglufólk eru á skúlanum, sum varð stongdur eftir tilburðin.

Langar røðir av gulum skúlabussum standa klárir at flyta næmingarnar burtur.

Tað eru umleið 1900 næmingar á skúlanum Timberview High School.

/ritzau/AFP

 

Vælmannað løgreglulið eru á staðnum við Timberview High School í Arlington í Texas. - Foto: Lm Otero/Ritzau Scanpix