Í dag hevur Tórshavnar Býráð handa fýra mentafólkum heiðursløn
Nú seinnapartin hevur Tórshavnar Býráð handa dýra mentanarvirðislønir til rithøvundar, sum serliga hava gjørt vart við seg.
Tríggjar virðislønir verða latnar í navni M.A. Jacobsens, ein fyri fagurbókmentir, ein fyri yrkisbókmentir og ein fyri mentanaravrik.
Somuleiðis var ein heiðursløn verður latin fyri barnabókmentir.
Umframt heiðurin, fylgdi eina gáva á 35.000 krónur við hvørjari virðisløn.
Tað var Kim Simonsen, sum fekk heiðurslønina fyri fagrar bókmentir fyri yrkingasavnið, “Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið”.
Margretha Næs fekk heiðurslønina fyri mentanaravrik, fyri tað stóra arbeiðið, hon hevur gjørt fyri at lesa bøkur inn á band og á fløgu, so at eisini lesiveik, blind og sjónveik kunnu fáa gleði av bókmentum
Sí fleiri myndir frá hátíðarhaldinum við at trýsta HER
Óli Olsen fekk heiðurslønina fyri yrkisbókmentir fyri bókina um okkara siglandi arv, træskipini og Elin á Rógvi fekk heiðurslønina fyri barnabókmentir. Ein barnabók, hon hevur skrivað, er Og mamma, og ikki minst fekk hon heiðurslønina fyri sangleikin, Sangur í mjórka, sum hon gjørdi við støðið í barnarímunum hjá Hans Andriasi Djurhuus.








