TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við varaskrivaran hjá FSF, Kristin Dam Ziska, sum greiðir frá einari serligari kapping, har fýra fólk fáa møguleikan at vinna atgongumerki til seksjónina á Tórsvølli, har fjepparafelagið Skansin heldur til, tá heimadystir hjá føroyska landsliðnum eru.
FSF hevur økt um Skansa-seksjónina til heimadystin ímóti Rumenia sunnudagin, so tað verða nú 400 fólk, sum koma at hoyrast, og fáa øll hini við uppá at stuðla landsliðnum allar 90 minuttirnar.










