Fýra deyð í skalvalopi í Alpunum

Fimm franskir skíðrennarar og ferðaleiðari teirra rakt av skalvalopið. Fýra eru deyð. Ferðaleiðarin er afturhildin av løgregluni

Fýra skíðrennarar doyðu í gjár í fronsku alpunum, tá tey komu at liggja undir einum skalvalopi. Tað er higartil størsta vanlukkan í vetur í Frankaríki sambært tíðinastovuni AFP.

 

Ein fimti persónur fekk skaða, men ferðaleiðarin hjá teimum fimm slapp óskaddur.

 

Ferðaleiðarin er afturhildin av løgregluni, sum kannar, um hann setti ferðalagið í vanda. Sambært Jean-Michel Pretre, ákæra í Nice, kann ferðaleiðarin verða skuldsettur fyri óviljað manndráp.

 

– Har varð tikin ein váði. Var tað í lagi ella ikki? Tað er tað, vit kanna, sigur hann.

 

Ferðaleiðarin hevði ábyrgdina av einum bólki, trimum kvinnum og tveimum monnum. Øll úr Frankaríki og øll royndir skíðrennarar sambært myndugleikunum.

 

Tey vóru uttan fyri merktu pistarnar nærindis tjóðarlundini Mercantour í syðra parti av Alpunum, tá tey vóru rakt av tveimum skalvalopum.

 

Tað eydnaðist ferðaleiðarum at koma undan kavanum og leita eftir hinum, sum høvdu  lokaliseringsbipparar uppi á sær, men hann fann bert ein annan persón, sum slapp við lívinum, eina kvinnu.

 

Kanningararbeiðið skal eisini staðfesta, um skalvalopið kom av nátúrligum ávum ella av øðrum skíðrennarum.

 

Tað hevur kavað illa í fronsku alpunum hesa vikuna, og vandin fyri skalvalopum í landspartinum, har vanlukkan hendi, er stórur. Í gjár var vandin fýra á einum skala frá eitt til fimm.

 

Tilsamans eru 20 fólk deyð, síðani skíðárstíðin byrjaði í november.

 

Fyri tveimum vikum síðani doyðu ein 44 ára gamal maður og 11 ára gamla dóttir hansara í einum skalvalopi í vælumtókta skíðøkinum Val d'Isere í fronsku alpunum.

 

/ritzau/AFP