Fýra bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning

Men sum heild hevur tað verið friðarligt

Sum heild hevur tað verið friðarligt í gjár og í nátt, sigur løgreglan. Men kortini vóru boð eftir løgregluni longu beint eftir døgverða í gjár, tá ið fleiri fólk ringdi til teirra at boða frá at ein óður maður gekk í Steinatúni og leikaði so illa í, at tey føldu seg ikki trygg við støðuna. Tá ið løgreglan kom á staðið, var maðurin rýmdur, men tey vita hvør hann er, og hann fær eina bót.

 

Beint fyri midnátt ringdu fleiri fólk, sum vóru stødd við Landsbókasavnið, og har um vegir, til løgregluna at boða frá, at har var nógvur roykur og at tað luktaði brent. Løgreglan fór á staðið, og sendi eisini boð eftir sløkkiliðnum, men tíbetur hevði tað einki upp á seg í hesum føri. Tá ið tey kannaðu málið, funnu tey nevniliga fram til eini hús har tað reyk rættiliga illa úr skorsteinum. Sløkkiliðsfólk fóru inn í húsini at hyggja, men eldur var tíbetur ikki í.

 

Beint fyri midnátt varð eisini boðað frá einum harðskapsmáli í Suðuroy har ein maður er sligin og har verður gerningsmaðurin skuldsettur fyri harðskap. Løgreglan sigur, at í gjár og í nátt hava tey yvir tíggju ferðir sent sjúkrabilar eftir fólki og fleiri av teimum eru eftir fólki, sum eru komin illa fyri í náttarlívinum, eitt nú tí at tey eru dottin.

 

 Men í gjár og í nátt hevur løgreglan eisini tikið fýra bilførarar fyri at koyra við kenning og tað er ikki vanligt upp á eitt lítið samdøgur. Tey vórðu allir tiknir í tí vanliga eftirlitinum hjá løgregluni og tað var í Havn og norðanfyri, at teir vórðu tiknir. Blóðroyndir eru tiknar av bilførarunum og úrslitið av teimum verður so avgerðandi fyri, hvussu hørð revsingin verður.