Nú summarið er í hæddini, og festivalar og stevnur eru hvørt vikuskifti, eru ráðini hjá Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung, at hesi lata tónleikin vera “rúsin”, sum stovnurin tekur til.
- Hevur tú verið til live-konsert, veitst tú uttan iva, hvussu tónleikurin bæði kann geva tær gásarhold og løtur av reinari sælu. Tónleikurin gevur nevniliga ein rús í sær sjálvum, og hann kann best upplivast, um tú ikki drekkur rúsdrekka ella tekur rúsandi evnir.
Gigni vísir á, at heilin er ikki fullbúnaður fyrr enn fyrst í 20-unum, og tað kann tískil verða skaðiligt at drekka alkohol, tá heilin ikki er liðugur at mennast. Ungir heilar ávirkast eisini ógvusligari av alkoholi, og tá er lætt at gera mistøk og handla uttan vit og skil.
Tí mælir Gigni til, at børn og ung undir 18 ár ikki drekka alkohol, og at ung annars drekka so lítið sum til ber.
- Sum ungur skalt tú finna teg sjálvan í einum nýggjum kroppi. Heilin mennist nógv, og tínir vinir broytast eins nógv og tú. Hetta setir stór krøv til tín, og tí er tað ein fyrimunur, at tú í skiftinum millum at vera barn og vaksin, fært royndir við at vera saman við øðrum ungum - uttan at vera doyvd/-ur av rúsdrekka ella rúsevnum.
Í sínum tilmæli um hesi viðurskifti, vísir Gigni á, at tá tú ert rúsaður, ert tú í størri vanda fyri at koma í bardaga, fáa skaða, drekka ov nógv og/ ella fara í song við onkrum, sum tú ikki hevði ætlað tær.
- Kanningar vísa, at jú fyrr, tú byrjar at drekka, jú meira drekkur tú – eisini, tá tú gerst eldri. Tískil er gott ikki at drekka rúsdrekka. Um tú tó velur at drekka, eigur tú at bíða sum longst, drekka sum minst, drekka lítið í senn og ikki drekka ov sterkt.
Gigni vísir á, at umráðandi er at drekka nógv vatn, men fyrst av øllum: Tað ber væl til at hava tað stuttligt uttan alkohol.