- Eg havi tað gott og fái alt borið upp í hendurnar. Soleiðis sigur Theodor Thomassen í Sørvági, sum hevur fyllir í dag. Men tað er ikki hvør sum helst føðingardagur, tí hann fyllir heili 106 ár í dag og sostatt er hann elsta fólk, vit vita um í Føroyum.
Sjálvur sigur hann, at hann hugsar ikki so nógv aldurin, men hann letur væl at. Hann hevur tað so gott, har hann býr hjá eini dóttir og fær alt borið upp í hendurnar.
Hann minnist tveir heimsbardaga og verður aldrin liðugur at tosa um, hvussu nógv er broytt í hansara tíð.
Annars hevði Drikka á Fløtti við Gjógv metið sum elsta fólk í Føroyum. Hon varð fødd 2. juli 1875 og doyði 23. november 1980 – 105 ára gomul.
Men hóast Drikka á Fløtti var elsta fólk í Føroyum, so gjørdist Johannes Tauser, sum var ættaður av Eiði, men búði í Helsingør í Danmark, eldri enn hon. Honum restaði ein góðan mánað í at gerast 106, tá hann doyði 15. januar í 2008. Hann varð føddur 23. februar í 1902.
Rás2 hitti Theodor Thomassen í dag og við at trýsta á pílin myndini, ber til at hoyra hann greiða frá. |










