-Myndugleikarnir halda eyga við støðuni. Nógvir fyrisveinar eru farnir av kós og dotnir niður á Jørðina uttan at gera skaða, og vit eru í ferð við at kanna, hvussu vit kunnu forða fyri, ay hesin ger stórvegis skaða, sigur talsmaðurin hjá amerikanska trygdarráðnum, Gordon Johndroe, við AP.
Sambært tíðindastovuni var tað ikki ætlanin, at almenningurin skuldi frætta um fyrisveinin, sum hevur mist sína megi, og sum amerikanska eftirlitið hevur mist tamarhaldið á. Nú hava embætismenn í umsitingini váttað, at tíðindini eru sonn.
Gordon Johndroe ásannar fyri AP, at amerikanska eftirlitið hevur einki ræði á fylgisveininum, og at tað er vónleyst at siga, hvar hann fer at detta niður. Hinvegin tykist greitt, at hann fer at detta niður um mánaðarskiftið februar-mars.
Tann best kendi tilburðurin av hesum slagnum var í 1979, tá tann 78 tons tunga rúmdarstøðin Skylab fór av kós og datt niður í Indiska Havið og eitt óbygt øki har vesturi í Avstralia. Ta ferðina hendi eingin skaði.