Fylgið við ólavsøkuni á portal.fo

Føroyingar, sum ikki eru í Havn á ólavsøku, men sum hava valt at vera heima ella sum eru farnir av landinum í summarfrí, kunnu fylgja ólavsøkuni á Portalinum (portal.fo) og á GSM-fartelefon. Sosialurin fer ólavsøkudagarnar at leggja út tíðindi og myndir frá hendingum á ólavsøku sohvørt hesar fara fram. Um fólk vilja í samband við ólavsøkuvaktina ringið til 225000.