Fylg amerikanska valinum við MFS

Í hesari løtu er amerikanska valið á skránni í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, har MFS hevur skipað fyri fyrilestrum um amerikanska valið umframt, at møguleiki verður at síggja valið.

 

Serfrøðingarnir tosa um hesi evni:

 

- Hvussu er politiska skipanin í USA sett saman og hvussu virkar hon? v/ Stefan í Skorini, stjórnmálafrøðingi

 

- Hvørji eru høvuðsevnini til forsetavalið í ár? Hvat hevur eyðkent amerikanskan politikk seinastu fýra árini? v/ Heina Kristiansen,

bachelor í International Business and Politics

 

- Hvønn týdning hevur búskaparkreppan fyri valið, og hvussu hevur hon ávirkað valdysin?” v/ Flóvin Eidesgaard, búskaparfrøðingi

 

Dyrnar lata upp klokkan 21 og fyrsta upplegg verður klokkan 21.30.

 

MFS sigur, at hildið verður á í Føroyahúsinum inntil valúrslitið er greitt, sum væntandi verður áleið klokkan 06 í morgin.