Futsal aftur á breddan

Um vikuskiftið verða fyrstu dystirnir í futsalkappingini hjá FSF spældir

 

 

Seinasta bríkslið hevur ljóðað í Effo-deildini, og við hesum er uttandura fótbólturin av fyri í ár. Men tað merkir ikki, at fótbólturin fer púrasta í frí.

 

Nú um vikuskiftið, 1. og 2. november, verður farið undir eitt nýtt kappingarár í Futsal.



Leygardagin spæla Dreingir U16, og sunnudagin verður fyrsta umfar í kappingini hjá Dreingir U14.

 

Bólkarnir hjá gentum og U12 bólkurin hjá dreingjum, byrjar sína kapping eina viku seinni.


FSF skrivar, at tilsamans 92 lið hava boðað frá luttøku til Futsalkappingina 2014-2015.