Funnu tveir fløskupostar á somu leið

Ein fastur táttur í sambandi við sjómannadagin í Klaksvík er, at børn kasta fløskupostar. Í gjár vórðu tveir av hesum funnir aftur í fjøruni í Rituvík

Fløskupostur

 

Mong hava hvørki skrivað ella funnið ein fløskupost.

Men í gjár, tá ein lítil familja, sum býr á Nesi, var farin ein túr oman á støðna í Rituvík at fanga kombikk, funnu tey ikki færri enn tveir fløskupostar – báðar um somu leið.

Báðir vóru kastaðir í Klaksvík í sambandi við sjómannadagin og vórðu nú riknir á land í Rituvík.

Á myndini síggja vit lítla Villiam, sum hevur annað brævið og aðra fløskuna í hondini, sum mamma hansara, Dinna Tindalíð, fann hetta kvøldið í fjøruni í Rituvík.

Annar fløskuposturin er skrivaður á føroyskum, hin á enskum, og tað eru tvey børn, ávikavist úr Klaksvík og úr Hoyvík, sum hava lagt navn til.

Á brævpappírinum stendur, at tann, sum finnur fløskupostin, skal senda hann til deildina hjá Eik í Klaksvík.

Og nú hava so Villiam og Dinna tveir slíkar fløskupostar at senda til Klaksvíkar.

Sosialurin ringdi gjáramorgunin til deildina hjá Eik í Klaksvík fyri at fregnast, um fleiri fløskupostar longu eru funnir og komnir Eik í hendi.

Men maðurin, vit skuldu tosa við, var upptikin hesa løtu og skuldi ringja aftur til okkara.

Vit fara í einum øðrum blaði at fylgja søguni upp og fara at siga frá, hvussu nógvir fløskupostar koma aftur av teimum, sum børn kastaðu á sjómannadegnum í Klaksvík.