Funnu stóra oljuleið

Oljufelagið BP Plc kunngjørdi í gjár, at tað hevur funnið eina stóra oljuleið undir havbotninum í Meksikoflógvanum, og at felagið væntar at fáa eina milliard tunnur upp haðani.

Marknaðarserfrøðingurin Iain Armstrong sigur við Reuters, at oljufundið er so mikið stórt, at tað kann ávirka oljuprísin á heimsmarknaðinum í komandi árum.

BP er størsta oljufelag í USA og er tað felag, sum hevur flest rættindi á oljuleiðunum í Meksikanska Flógvanum. Onnur feløg, sum hava munandi rættindi har, eru tað brasilska Petrobras, sum eigur 20 prosent, og tað amerikanska ConocoPhillips við 18 prosentum.