Bretska diamant-felagið Gem Diamonds, sum er skrásett á keypsskálanum í London, er kent fyri at finna stórar diamantar í Afrika, har felagið eigur lut í námum. Nú hevur felagið so funnið ein nýggjan diamant á høgum góðskustigi, sum er á 442 karat. Sambært greinarum kann júst hesin diamanturin hava eitt virði, sum liggur um slakar 115 miljónir krónur í okkara peningi.
Diamanturin er funnin í Letšeng-náminum í Maluti-fjøllunum í afrikanska landinum, Lesoto. Gem Diamonds eigur 70 prosent av náminum, og her hevur námsvinnan seinnu árini funnið eina røð av diamantum á fleiri hundrað karat. - Diamanturin, sum nú er funnin, er millum teir størstu, sum funnin er í náminum í ár, sigur stjórin í Gem Diamonds, Clifford Elphick.
Sagt verður, at tað enn er ov tíðliga at gera eina endaliga meting av virðinum, sum diamanturin hevur, men sambært Bloomberg er talan helst um einar 18 miljónir dollarar, sum er slakar 115 miljónir krónur. Fyri nøkrum árum síðan seldi Gem Diamonds ein diamant á 910 karat fyri 40 miljónir dollarar - ella stívliga 250 miljónir krónur.
Útlendskir miðlar skriva, at virðið av partabrøvunum í Gem Diamonds vaks við 10,71 prosentum, eftir at tað fríggjadagin varð almannakunngjørt, at risastóri diamanturin úr hágóðsku er funnin í náminum í Lesoto. Hetta kemur eisini væl við hjá fyritøkuni, tí prísurin á partabrøvum er nevniliga lækkaður við einari helvt, síðan diamantídnaðurin er vorðin hart raktur av koronu-kreppuni.