Funnu 57 fiskasløg afturat ?í grønlendskum sjógvi

Broytingar í náttúruni og nýggjar fiskiroyndir hava avdúkað, at tað eru nógv fleiri fiskasløg í grønlendskum sjógvi, enn fiskifrøðingarnir hava hildið

Fiskirannsóknir ?

Í 1992 skrásettu fiskifrøðingar, hvørji fiskasløg hildu til í havøkinum kring Grønland. Nú hava teir skrásett av nýggjum, og úrslitið vísir, at ikki færri enn 57 fiskasløg eru komin afturat síðani kanningina fyri 18 árum síðani.
Tann nýggja kanningin, sum grønlendskir og danskir granskarar hava gjørt í felag, vísir, at nú eru 269 fiskasløg í grønlendskum sjógvi. Í 1992-kanningini vóru fiskasløgini 212 í tali, og granskararnir siga, at heitari sjógvur og meiri fiskiskapur á djúpum vatni eru orsøkin til, at so nógv fiskasløg eru komin afturat í skrásetingina hesi árini.
-Vit kunnu ikki siga, at tað er hitin í sjónum, sum hevur fingið tey nógvu fiskasløgini at leita sær til Grønlands, men vit kunnu í hvussu er vísa á fimm fiskasløg, sum eftir øllum at døma eru komin hagar, tí sjógvurin er vorðin heitari. Tað eru lakssild, hvítingur, kjaftsvartur kongafiskur, havtaska og sjóprónur, sigur Peter Rask Møller, sum arbeiðir í Zoologisk Museum í Keypmannahavn, og sum hevur staðið á odda fyri teirri nýggju skrásetingini.
?Ókend fiskasløg
?Tey 57 fiskasløgini, sum eru komin í ta seinastu skrásetingina, eru ikki "nýggj" í orðsins sanna týdningi. Peter Rask Møller sigur, at 47 av fiskasløgunum eru kend frá øðrum havleiðum, men at hetta er fyrstu ferð, at tey eru skrásett í grønlendskum sjógvi. Í hinum 10 førunum er talan um fiskasløg, sum vóru fullkomiliga ókend, og sum vísindin ikki hevur funnið aðrastaðni fyrr.
Bara fimm av fiskasløgunum eru arktisk, sum er felagsheitið fyri tey fiskasløgini, sum bara halda til í køldum sjógvi norðan fyri ryggin millum Grønland og Kanada og norðan fyri ryggin millum Grønland og Ísland. Í øllum hinum førunum er talan um fiskasløg, sum trívast best í heldur heitari sjógvi.
Tey flestu fiskasløgini, sum eru skrásett fyri fyrstu ferð, halda til á djúpum vatni frá 200 favnum og niðureftir. Millum annað er talan um eitt hávaslag, sum er vanligt í íslendskum sjógvi, og eitt portugisiskt hávaslag. Peter Rask Møller heldur, at tað eru helst djúpvatnstrolarar ella fiskirannsóknarskip, sum hava fingið hesi bæði sløgini.
Spurdur, um tey "nýggju" fiskasløgini verða verandi í grønlendskum sjógvi, og um tey fara at menna seg so mikið, at tað fer at bera til at fiska tey, svarar kanningarleiðarin, at tað kann eingin siga enn.