Løgreglan í býnum Veracruz har eysturi í Meksiko hevur funnið líkini av 35 monnum í tveimum lastbilum, sum onkur hevði sett frá sær nakað uttan fyri býin. Hóast løgreglan hevur noktað fjølmiðlunum atgongd til staðið, vita fleiri fjølmiðlar at siga, at menninir eru deyðir av skotum, og at teir høvdu tilknýti til rúsevnaumhvørvið. Tað seinna hava myndugleikarnir eiswini váttað.
-Hesir menninir hava verið uppi í skipaðum kriminaliteti, sigur ákærin í Veracruz, Reynaldo Escobar. Hann sigur, at enn hevur løgreglan bara eyðmerkt átta av teimum 35 monnunum, og at allir átta hava havt samband við skipaðan kriminalitet.
Harðskapurin millum rúsevnaharkaliðini har eysturi í Meksiko er versnaður nógv teir seinastu mánaðirnar og krevur fleiri mannalív hvønn dag. Síðani Felipe Calderon, forseti, fór undir herferð sína ímóti rúsevnaharkaliðunum í 2006, hava meiri enn 42.000 fólk latið lív.