Í gjár, týsdagin 12. mai, varð nýggi vatnbrunnurin og reinsiverkið í Funningi tikið alment í nýtslu. Lokalnevndin, tekniski leiðarin og vatnmeistarin og hansara menn vóru til staðar, tá borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, trýsti á knøttin og setti vatnbrunnin og reinsiverkið til. Vatntrupulleikin í Funningi er nú loystur og hevur Funningur nú eina góða og stóra vatngoymslu, samstundis sum reinsiverkið er útgjørt við bestu tøkni. - Hetta ger, at øll myndugleikakrøv nú vera væl og virðiliga uppfylt, veit Runavíkar kommuna at siga í dag. |