Meðan naggatódn leingi hevur valda í marknatrætuni millum Føroyar og Bretland og henda hevur verið við til at køva ta bjartskygni, sum annars hevur verið í øllum oljumálinum, er eitt nýtt stórt oljufund gjørt skamt frá føroyska markinum, úti í Hvítu Sonuni. Tað er oljusamtakið við Arco og Conoco, sum hevur funnið eina nýggja oljukeldu í tí teiginum, sum bretska stjórnin gjørdi av at designera í sjálvum Hvíta økinum fyrr í ár.
Fundið er tætt við Suilven oljukelduna, sum BP fann herfyri. Keldan sigst vera uppá 400 mill. tunnur. Saman við Suilven fundinum er talan um eitt nýtt oljuøki, sum er størri enn Foinaven og Schiehallionøkið longur suðuri.
Tað er boripallurin »Sovereign Explorer«, sum borar.
Eingin ivi er um, at hetta seinasta fundið kann fáa alstóran týdning fyri alt økið millum Føroyar og Hetland. Her er talan um tað fyrsta veruliga oljufundið síðani, Schiehallion varð funnið fyrr í 90-unum.
At nýggja keldan liggur so tætt upp at føroyska fiskimarkinum er eisini at stórum týdningi fyri alt føroyaøkið. Tað hevur víst seg, at allar tær oljukeldurnar, sum eru funnar vestan fyri Hetland seinatu árini, liggja nær føroyska markinum.