Edvard Joensen/Eirikur Lindenskov
Kl 12:05 í gjár kom fyrsti luturin av Jólaskipinum upp til vatnskorpuna. Talan var um ein maskintelegraf, og við hesum var dreymurin hjá Hera Andreassen og hinum, ið nú hava gjørt fleiri royndir at fáa eitthvørt upp av Jólaskipinum, veruleiki.
Hóast lutirnir hava ligið á havsins botni í nærum 60 ár, so sást væl, hvørjar lutir, talan var um.
Kavararnir á nærum 100 metra dýpi klára ikki at taka lutirnar upp við sær, men í staðin settu teir flot á teir og pumpaðu luft í. Uppi á yvirflatuni vóru so menn í gummibátum, sum savnaðu saman lutirnar.
Talan er um fimm lutir: Tveir maskintelegrafar av brúnni, annar við fóti, og hann er helst av messingi. Eitt kúgveyga, sum ikki er verri farið enn at tað kann latast upp og aftur. Síðani er funnin ein fótur afturat við onkrari rullu. Umframt lutirnar, ið teir høvdu fingið upp, tá blaðið varð greitt til prentingar, frættu vit, at teir eisini høvdu lokaliserað skipsklokkuna. Tá vóru kavararnir ikki uppafturkomnir, og greitt var ikki, um teir møguliga høvdu klokkuna upp við sær.
Ferðin upp til vatnskorpuna tekur um hálvan annan tíma.
Men hava teir ikki klokkuna við sær, verður roynt aftur í morgin, skilja vit á lagnum úr Fuglaoyafirði.
Heri Andreassen sigur við Sosialin, at teir fyribils eru rættuliga væl nøgdir.
Kavararnir høvdu 18 minuttir á botni at arbeiða í. Fyrsti luturin kom upp kl 12:05, og tann síðsti luturin var á dekkinum á Dragabergi fyri klokkan hálvgum eitt.
Nakað av dramatikki var, tá fyrsti luturin kom upp. Men vóru ikki rættuliga klárir - men teir fingu tó lutin til høldar, áðrenn hann tók at søkka.
Líkindini í dag at kava vóru hampulig. Onkur glaða var at síggja, men lagi er sera gott.