Mánakvøldið klokkan 19.30 verður fundur í Norðurlandahúsinum, har evnið verður kvinnupolitiskt virksemi.
Í tíðindaskrivi siga fyrireikararnir, at fundurin verður skipaður sum pallborðsfundur, har áhoyrararnir eftir innleggini sleppa at seta pallborðinum spurningar um tey evni, sum hava verið viðgjørd.
Umframt beinleiðis fyrilestrakend innlegg, verður eisini eitt sindur av løttum undirhaldi á fundinum, siga fyrireikararnir.
Skráin, sum løgd er fyri fundin, sær soleiðis út:
Hans Pauli Strøm fer at greiða frá uppskotinum frá Útnorðurráðnum til samtyktar: »Arbeiði fyri at kvinnur fáa øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir«.
Rúna Sivertsen greiðir frá hvat tær hava arbeitt við í Útnorðurbólkinum og hvat skal henda í framtíðini.
Annika Olsenfer at tosa um, um vit skulu broyta hugburin í skúlanum og vekja áhugan hjá kvinnum fyri politikki.
Eyðun Andreassen hugleiðir um spurningin: »Hví gongur tað so striltið at fáa kvinnur aktivar og er tað neyðugt? Verjir tað demokratiið, um fleiri kvinnur verða politiskt aktivar? Ella skulu kvinnur verða verandi í køkinum?«
Øssur Winthereig fer at hugleiða um, um vit skulu útbúgva valevnini til at koma í fjølmiðlar? Hvat kann ein krevja av valevnum ella fólkavaldum í samband við valsendingar í fjølmiðlum? Er tað í lagi, at jounalistar kasta ìrunubløkî eftir fólkavaldum?
At enda fer Marjun í Kálvalíð at framføra ein einmansleik við einum spískum, skemtiligum vinkli til kvinnur, menn og politikk.










