Í dag verður skipað fyri kunnandi fundi í Vestmanna um arbeiðsloysi og rættindum hjá arbeiðsleysum.
Vestmanna er vorðið hart rakt av arbeiðsloysi nú hópurin av fólki misti arbeiði í seinastu viku. Tískil hava Føroya Arbeiðarafelag og Arbeiðsloysisskipanin tikið stig til at hava ein kunnandi fund fyri arbeiðsleys og onnur, sum vilja vita meir um arbeiðsloysisskipanina og hvørji fakfelagsrættindi arbeiðsleys hava.
Umboð fyri arbeiðsloysisskipanina fara at greiða frá um rættindi, skyldur, skeiðsmøguleikar o.a. í arbeiðsloysisskipanini.
Ingeborg Vinther forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag fer at greiða frá um tryggingar og annað viðkomandi, og umboð fyri Samtak verða við á fundinum.
Fundurin verður klokkan 17 í fjørukrónni í Vestmanna og er almennur. Fyrireikararnir vóna at síggja so nógv sum gjørligt bæði úr Vestmanna, men eisini úr grannabygdunum.