Turkiski uttanríkisráðharrin, Mevlut Cavusoglu (t.v.), bjóðar russiska uttanríkisráðharranum, Sergej Lavrov, vælkomnum til fundin í býnum Antalya, har Turkaland roynir seg sum meklara.

Fundur á hægsta stigi um kríggið í Ukraina

Eftir kríggj í meira enn 14 dagar hittast uttanríkisráðharrarnir í Russlandi og Ukraina andlit til andlits í morgun. Eygleiðarar vænta ikki, at Vladimir Putin fer at geva seg.

 

Turkiski uttanríkisráðharrin, Mevlut Cavusoglu (t.v.), bjóðar russiska uttanríkisráðharranum, Sergej Lavrov, vælkomnum til fundin í býnum Antalya, har Turkaland roynir seg sum meklara.

Í morgun byrjaði fundur í býnum Antalya í Turkalandi millum russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov og ukrainska uttanríkisráðharran, Dmytro Kuleba.

 

Í russiska uttanríkisráðnum verður í morgun upplýst, at samrøðurnar eru í gongd millum partarnar. Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, sigur sambært tíðindastovuni NTB, at fundurin er sera týdningarmikil.

 

- Russland vil viðgera síni kjarnukrøv, har Ukraina eitt nú skal viðurkenna hálvoynna Krim sum russiskt øki, eins og Ukraina skal góðtaka, at økini, Donetsk og Luhansk, eru sjálvstøðug, sigur Dmitrij Peskov.

 

Sambært Reuters sigur ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, at vónirnar hjá honum til fundin við Sergej Lavrov eru avmarkaðar. 

 

Væntandi luttekur turkiski uttanríkisráðharrin, Mevlüt Çavusoglu, eisini á fundinum við uttanríkisráðharrarnar í Russlandi og Ukraina.

 

Tað er turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, sum hevur tikið stig til at fáa uttanríkisráðharrarnar at hittast at umrøða krígsstøðuna í Ukraina, og soleiðis roynir hann seg nú í leiklutinum sum meklari í stríðnum.

 

- Eg vóni, at fundurin kann slóða fyri einari endaligari vápnahvíld millum londini. Við hesum vilja vit royna at byrgja upp fyri, at kreppan í Ukraina endar í einari vanlukku, segði turkiski forsetin í gjár.

 

##med2##

 

 

 

Turkiski uttanríkisráðharrin, Mevlut Cavusoglu (t.v.), bjóðar russiska uttanríkisráðharranum, Sergej Lavrov, vælkomnum til fundin í býnum Antalya, har Turkaland roynir seg sum meklara.

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba, er maðurin fremstur vinstru megin á myndini.