Norðurlendska dramatikaraheiðurslønin varð í dag latin finska leikskaldinum Juha Jokela fyri leikritið ?Fundamentalisturin?, ið føroyski leikbólkurin TVAZZ setti upp í fjør
Leikurin hevur verið spældur í seks leikhúsum síðani frumframförðsluna á Teater Jurkka í Finlandi í 2006.
Fyrsta uppsetingin av ?Fundamentalisturin? uttanfyri Finland varð í Føroyum, tá leikbólkurin TVAZZ setti leikin upp í fjør
Handanin av heiðurslønini fór fram í Tampere, sum er karmur um Nordic Showcase and Drama Forum í løtuni. Umframt heiðurin fylgja 5000 evrur við heiðurslønini, sum verður latin av Nordisk Teaterunion (NTU) í samstarvi við Nordiska Teatermötet.
Í uppskoti til heiðurslønina í ár vóru:
?Fundamentalisten? eftir Juha Jokela, Finland
?Óhapp!? Eftir Bjarni Jónsson, Ísland
?Om et øjeblik? eftir Peter Asmussen, Danmark
?Valerie Solanas ska bli president i Amerika? eftir Sara Stridsberg, Svøríki
Ongi leikrit vóru í uppskoti úr Føroyum og Noreg í ár.
Norðurlenska dramatikaraheiðursløni varð latin á fyrsta sinni í 1992 og verður hon latin annaðhvørt ár.