Tað er Heidi Jacobsen úr Runavík, sum hevði gulu og svørtu settini við til Gambia. Hon er í Afrika saman við báðum systrum sínum og vitjar sponsor børn, sum tær stuðla.
Systrarnar eru gera sjálvboðið arbeiði meðan tær eru í Gambia. Tvær teirra eru tannrøkrarar og ein er lærari.
NSÍ hevur fyri stuttari tíð síðani skift búnarnir út, og tí tók Heidi Jacobsen gomlu NSÍ búnarnir við at býta út til børnini har, greiðir Tanja Huneck, sum deildi myndina á Facebook, frá. Hon leggur afturat at børnini vóru ordiliga glað fyri klæðini.
-Um tit nakrantíð koma til Gambia, so kanska tit møta onkrum NSÍara. Her eru nøkur børn, sum vóru ógvuliga glað fyru settini, skrivar Tanja Huneck á Facebook










