Vikuskifti
Gott veður og nógv jólaborðhald.
Tað kann hava verið orsøkin til, at fleiri fólk vóru so ólátað í býnum í Havn um vikuskiftið.
Sambært politinum vóru gøturnar bæði leygarnattina og sunnunáttina fullar av dýrandi fullum fólki.
Summi duttu av út og máttu vekjast ella eisini koyrast heim. Einir tveir gistu í geglinum.
Onnur vóru ill í sær, og fleiri ferðir vórðu boð eftir politinum, tí illstøða var millum fólk antin inni á vertshúsum ella úti á gøtuni. Tað eydnaðist í teimum førunum at sissa óðu fólkini aftur.
Frá fríggjadegnum og til í morgun ringdi alarmsentralurin 15 ferðir. Nakrar ferðir var tað sjúka, men fleiri ferðir var orsøkin, at fólk vóru dottin í fylsskapi.
Í sambandi við bardaga verður skuldseting reist í onkrum føri, men hetta málið fekst ikki meira at vita um í dag.
Við fylsskapi fylgir altíð herverk. Onkrir handilsrútar vórðu knústir, og bilar fingu snuddir.
Sum ikki eina ferð fekk jólatræið á Vaglinum toyggið.