Fullsett høll í Runavík

Skálafjørðurin er hesi páskini karmur um tvær stórar páskastevnur - onnur í Kelduni í Skálafirði og hin, ein trúboðarastevna í ítróttarhøllini í Runavík. Sum skilst hevur sera nógv fólk verið til tiltøkini á báðum stevnunum. Úr Runavík verður nevniliga sagt, at høllin var fullsett av fólki, bæði skírisdag og langafríggjadag, tá høvuðstalarin, Paul Mcllwain frá New Tribes Mission talaði.

Hósdagin sungu sangbólkarnir SALT og VITIN, meðan Anja Hansen, Birgit Nónklett og Kristina Bærentsen sungu fríggjadagin. Hetta sama kvøldið sang eisini Regin Guttesen, sum virkar sum trúboðari í Italien. Hetta sama kvøldið talaði hann eisini við eitt ungdómsmøti.

Leygardagin og páskadag vóru aftur nógv áhugaverd tiltøk á skránni. Stevnan endaði við møti og ungdómsmøti í gjárkvøldið.

Nógv fólk hava eisini vitjað teir mongu framsýningarbásarnar, sum kunnaðu um tað nógva trúboðanarvirksemið sum verður gjørt í Føroyum og uttanlands.