Fullfermdir við gulllaksi

Vestmenningur og Fram komu á Kollafjørð í morgun, fullfermdir við gulllaksi. Skipini byrjaðu túr seinasta leygardag. Lastin var stór, áðrenn skipini vórðu longd á skipasmiðjuni MEST í Havn. Tá nakrir metrar vórðu settir upp í skrokkarnar aftrat, vóru skipini - ella kørini bæði - enn størri.

Kortini eru lastirnar ikki altíð nóg stórar.

Tað vóru tær heldur ikki í morgun, tá skipini bæði, partrolararnir, Vestmenningur og Fram, komu á Kollafjørð at landa. Skipini eru á gulllaksaveiði, og hendan túrin høvdu tey fulla last - og eina minni dekslast.

Vestmenningur og Fram landa gulllaksin til Kollafjørð Pelagic, har hann verður frystur til matna.

Hesin túrurin byrjaði seinasta leygardag, og tá skipini eru liðug at landa í Kollafirði, fara tey á nýggjan túr.