Fullfermdir partrolarar í Klaksvík

Mánadagin landaðu fýra ísfiskatrolarar í Klaksvík, og teir vóru allir fullir undir lúkurnar. Meginparturin av veiðini var upsi, ein lítil partur var hýsa

Fiskivinna

 

Upsafiskiskapurin hjá ísfiskatrolarunum, sum royna undir Føroyum, hevur verið góður seinastu dagarnar. Soleiðis hevur í hvussu er verið hjá nøkrum av skipunum, sum leggja veiðina upp í Klaksvík

 

Fullfermd skip

Mánadagin landaðu fýra trolarar í Klaksvík, og allir høvdu fingið uppí eftir at hava roynt í umleið eina viku.

Navarin og Borgarin høvdu umleið 400.000 pund. Av veiðini var 20.000 pund hýsa, restin var upsi.

Safir og Smaragd, sum eisini landaðu í Klaksvík í mánadagin, høvdu umleið 280.000 pund, og hjá teimum var at kalla øll veiðan upsi.

 

Trol og gørn

Í gjár var eingin landing í Klaksvík, men seinni í hesi vikuni vænta tey ísfiskatrolararnar Fjalshamar og Nónhamar, sum tá hava verið úti í umleið eina viku.

Pól Fuglø, landingarformaður, sigur, at Ågot, sum roynir við svartkalvagørnum, helst eisini kemur inn at landa hósdagin ella fríggjadagin.