Stór afturgongd hevur verið í stovnunum av bæði sjó- og heiðafugli Fuglafrøðifelagið rópar nú varskóð um støðuna hjá fuglinum í Føroyum. Ein støða, sum er alsamt versnað seinastu øldina ella so. Eitt nú eru gorfuglur, hvítravnur og grágás avoydd av ikki-náttúrligum ávum. Seinastu 50 árini hevur tó aftur eydnast at fáa grágásina at halda til við Føroyar.
Í tíðindaskrivi heitir fuglafrøðifelagið á fólk, um ikki at ræna egg ella ungar av villfugli, tá tey eru í haganum. Avleiðingin av hesum er, at vøksturin á stovninum gongur spakuligari, pørini eru færri enn hvat tey eiga at vera, og í summum støðum er talið enntá fækkað.
Eisini er vandi fyri, at føroysku stovnurin av bládúgvum verður týndur. Bládúgvurnar hvørva ikki, men tær kunnu gerast so blandaðarvið stovnin av tamdúgvum, at tær ikki longur kunnu roknast sum bládúgvur. Tær flekkutu og mislittu dúgvurnar, sum síggjast runt landið, eru dømi um tílíkar dúgvur.
Eitt, sum er til stóran ampa fyri fuglalívið, er lesullin. Um summarið sæst hon sløðast á traðum runt landið. Fleiri staðni sløðist so nógv ull, at tú valla sært tjaldur á staðnum, sum ikki er dreivað, verður sagt í tíðndaskrivinum.
Áheitanin frá fuglafrøðifelagnum endar við hesum fýra høvuðspunktum.
? Takið ikki egg ella fugl úr haganum
? Leggið ikki egg undir villan fugl
? Oyðið ikki egg ella vaksnan fugl
? Havið fyrilit fyri fuglinum ? hann er á fallandi føti
Fuglafrøðifelagið vil hjálpa