Hesa vikuna skipar missiónshúsið Thabor í Fuglafirði fyri árligu missiónsvikuni. Eins og roynt varð í fjør byrjaðu tiltøkini í missiónshúsinum, men flyta so í Mentanarhúsið. Henda royndin í fjør eydnaðist so mikið væl, at hetta verður endurtikið í ár.
Av hesi orsøk verða møtini frá fríggjakvøldinum til sunnukvøldið hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Talari hetta vikuskiftið er danin, Erik Holmgaard, sum er prestur og lærari á bíbliuskúlanum í Børkop. Áður hevur hann verið landsungdómsráðgevi hjá Indre Missión í Danmark.
Evnið á møtunum um vikuskiftið er ?Ja, men eg trúgvi á Jesus?. Møtini verða skipað í tveir partar. Í fyrra partinum eru umframt talu og kórsang eisini okkurt fyri børnini. Í seinna partinum verður millum annað møguleiki at hoyra boðskapin á ein øðrvísi og kreativari hátt enn vanligt.
Nógvur sangur er eisini á skránni. Millum annað fer ungdómskórið VOX, Erla Hansen o.o og Magni Christiansen at syngja til tiltøkini. Leygakvøldið verður eisini ein lovsongsløta.
Tey fyrstu møtini á missiónsvikuni hava verið í missiónshúsinum Thabor, eitt møti verður í kirkjuni og restin av møtunum verða altso í Mentanarhúsinum.