Fuglafjarðar Heimavirkisfelag í Ribarhúsi

Teir seinastu 14 dagarnar hava tey, sum hava gingið til listamáling í Fuglafjarðar kvøldskúla í vetur, sýnt fram í Gallarí Ribarhúsi í Fuglafirði

Hetta vikuskiftið, also leygardagin 10. mai og sunnudagin 11. mai, fara tær, sum hava gingið til maskinbinding, handarbeiði og kreativa seyming at ?hekta seg uppí" og fara at sýna fram tað, sum tær hava bundið, broderað og seymað í vetur.

Framsýningin er opin leygardagin og sunnudagin frá kl. 15 til kl. 18. Eisini verður opið í Piddasahandli, og sjálvandi fæst ein kaffimunnur.