Fuglafjørður óttast at missa ávirkan

Fuglafjarðar Kommuna óttast at missa ávirkan í nýggjum stórum kommunufelag. Býráðið hevur samtykt at heita á Kommunusamskipanina um at býta ein stýrislim við Eysturkommununa Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag samráðast um at leggja saman í nýtt kommunufelag, og Fuglafjarðar Kommuna hevur viðgjørt upprit um hesa samanlegging, sum skal koma í gildi 1. Juni.

Upprunaliga var ætlanin, at nýggja felagið skuldi hava níggju stýrislimir, men hetta tók Kommunsamskipanin ikki undir við og hevur skotið upp heldur at hava 11 stýrislimir, so at smærri kommunurnar eisini eru umboðaðar.

Fuglafjarðar Kommuna samtykti á býráðsfundi hósdagin at taka undir við uppritinum, men tó við einari viðmerking til býti av stýrislimum.

Sagt verður, at Fuglafjarðar kommuna í 1999 tók undir við, at landið varð býtt upp í níggju økir, tí eftir ætlan skuldi Fuglafjørður sum størsta kommuna í eystur Eysturoy hava ein fastan stýrislim í felagsskapinum.

Men í dag er nýggja Eysturkommunan størsta kommunan í økinum, og tí fær Fuglafjørður ikki longur ein fastan stýrislim.

Kommunan ynskir tí at fáa eina skrivliga samstarvsavtalu um, at Eysturkommunan í hvørjari kommunusetu fær stýrislimin í tvey ár og Fuglafjarðar kommuna í tvey ár.