FSV04 skal reisa seg á heimavølli

21. umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin í dag.

Oddaliðið B68 skal seint seinnapartin spæla í Gundadali ímóti HB, sum hevur gott lið, og sum serliga á heimavølli ofta hevur argað góðu liðini. Hjá toftamonnum ræður um eftir ússaliga avrikið og 3-0 tapið á heimavølli ímóti ÍF at sýna rætta hugburðin og yvirfyri sær sjálvum at fáa staðfest, at teir framvegis eiga besta liðið og harvið eru verdugir uppflytarar.

ÍF, sum hevur fingið fult seks tær seinastu ferðirnar við málmuninum 21-2, er á seinna uppflytingarplássinum. Í dag er stór uppgáva á skránni hjá fuglfirðingum, sum skulu spæla á Sevmýri. Tá ið ÍF 12. mai í 9. umfari vitjaði á Tvøroyri, var úrslitið 1-1.

FSV04 spældi fyri einari viku síðani sær av við uppflytingarplássið, tá ið SÍ vann grannauppgerðina í Sørvági 2-0. Í dag er nýggjur møguleiki hjá FSV04 at koma aftur á beint, tá ið NSÍ fer at vitja á Valloyrini. Eftir góða úrtøku fyrsta partin av kappingini hevur NSÍ einki stig fingið fýra tær seinastu ferðirnar.

Botnliðið B36 og KÍ, sum er næstaftast, hittast í Gundadali, har bestu liðini hjá somu feløgunum skulu spæla í morgin. Hjá B36 er vegurin upp um strikuna langur. Í 9. umfari var úrslitið millum hesi liðini í Gundadali 2-2, meðan B36 í 15. umfari vann 6-1 í Klaksvík.

Hvør nytta fæst burturúr møguligari fullari KÍ úrtøku valdast um, hvussu tað í dag fer at hilnast hjá SÍ, sum eftir kærkomna heimasigurin á FSV04 vitjar í Leirvík.

 

LÍF-SÍ Eugen Voda kl. 15

TB-ÍF Jens Petur Brattalíð kl. 15

HB-B68 Jan Skoradal kl. 17.15

FSV04-NSÍ Høgni Hansen kl. 15

B36-KÍ Rói Jacobsen kl. 15

 

Støðan

B68 55 stig

ÍF 43 stig

FSV04 42 stig

LÍF 31 stig

TB 27 stig

HB 26 stig

NSÍ 22 stig

SÍ 18 stig

KÍ 14 stig

B36 8 stig

Øll liðini hava spælt 20 dystir burtursæð frá B36 og TB, sum ikki hava spælt dystin í 18. umfari, ið skuldi havt verið spældur í Gundadali 4. august.