Sølan av atgongumerkjum til Nations League landsdystin móti Luksemborg er nakað undir miðal. Á midnátt mánakvøldið vóru umleið 2.200 atgongumerki seld, boðar FSF frá. Kring Tórsvøll er pláss fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum
Hetta er fjórðu ferð, at Føroyar koma Luksemborg. Tveir sigrar og ein javnleikur er føroyska úrtøkan í teimum trimum dystunum, sum Føroyar í A-landsliðshøpi við monnum higartil hava fingið ímóti Luksemborg
Føroyar og Luksemborg hava einaferð áður verið í bólki saman. Tað var í undankappingini til HM í 2002. Føroyska liðið vann báðar dystirnar. Á útivølli vunnu Føroyar 2-0 við málum frá Christian Høgna Jacobsen og Kurt Mørkøre, og á Svangaskarði gjørdist úrslitið 1-0. Í nógva regninum hendan dagin skoraði Jens Kristian Hansen einsamalla málið við brotssparki stutt fyri leiklok.
Í juni mánað í 2010 hittust Føroyar og Luksemborg aftur, og ta ferðini bleiv úrslitið málleysur javnleikur. Sostatt verður dysturin týskvøldið í UEFA Nations League tann fjórði altjóða skrásetti A-landsdysturin millum Føroyar og Luksemborg. Luksemborgarar fingu eina góða byrjan upp á kappingina hesaferð, við at vinna 2-0 á útivølli móti Litava.